Iran ávarar um stórkríggj

Tað fer at enda við einum markleysum stórkríggi, um amerikanararnir gera av at søkja at kjarnorkuútbúnaðinum í Iran.

Tað segði iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad í gjárkvøldið. Hann er í hesum døgum á ST-aðalfundi í New York, og tað var á einum fundi við amerikonsk tíðindafólk, at hann kom við ávaringini.

-USA hevur ongantíð verið í einum veruligum kríggi, hvørki í Vietnam, Afghanistan ella í seinna heimsbardaga. Kríggj er ikki bara at tveita bumbur her og har. Tá tá byrjar, eru eingi mørk, segði iranski forsetin sambært New York Times. Hann legði tó afturat, at sjálvur væntar hann ikki, at USA fer at leypa á Iran.

ST hevur í fýra umførum samtykt ymisk tiltøk ímóti Iran fyri at fáa landið at sleppa sínum kjarnorkuætlanum.