Iran til reiðar at samráðast

Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, segði við tað almenna iranska sjónvarpið í dag, at landið er til reiðar at samráðast við Vesturheimin um landsins kjarnorkuverkætlan og tey tiltøkini, sum Vesturheimurin hevur gjørt av at seta í verk ímóti Iran.

-Tey siga, at Iran vil ikki samráðast ella koma á fund. Men tað er ikki so. Hví skal tann, sum hevur rætt, sýta fyri at samráðast, segði Ahmadinejad við sjónvarpið. Eygleiðarar siga, at orðini eru eitt beinleiðis svar til teir vesturlendsku leiðararnar, sum hava biðið Iran koma til samráðingarborðið um kjarnorkuverkætlanina.

Tær seinastu samráðingarnar millum Iran og stórveldini vóru í januar í fjør. Tá samráddust iranar við umboð fyri USA, Kina, Russland, Bretland, Frakland og Týskland, men samráðingarnar slitnaðu.