Iran styðjar stýrið í Sýrialandi

-Iran styðjar sýriska forsetan, Bashar al-Assad, og hansara harðrenda og óndsinnaðu framferð ímóti teimum, sum stríðast fyri demokratii í Sýrialandi.

Orðini eigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, sum samanber gongdina í Sýrialandi við harðskapin, sum stýrið í Iran brúkti ímóti demokratikravgongum í 2009.

Bæði Bashar al-Assad og pápi og undanmaður hansara, Hafez al-Assad, hava verið sameindir hjá stýrinum í Iran síðani kollveltingina har í 1979.

Mannarættindafelagsskapir vilja vera við, at væl meiri enn 1.000 fólk hava latið lív ófriðinum í Sýrialandi. Meiri enn 5.000 eru flýdd til Turkalands.