Meðan alheimurin bíðar eftir, hvussu Iran fer at svara kravinum, sum varð lagt fyri iranska høvuðssamráðingarmannin í Genéve seinasta vikuskiftið, ger iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, greitt, at Iran fer ikki at slaka so mikið sum ein tumma í málinum um ta umstríddu kjarnorkuverkætlanina. Ahmadinejad segði í einari røðu í gjár, at tað iranska fólkið fer ikki at taka eitt fet eftir hæli undan teimum kúgandi maktunum, sum hann tók til. Iranska stýrið skal svara ST-kravinum innan fjúrtan dagar. ST hevur kravt, at Iran skal steðga øllum ætlanum um at ríka uran, sum kann brúkast til at gera kjarnorkuvápn við.