Iran skotið ómannað flogfar niður

Myndugleikarnir í Iran vilja vera við, at loftverjan hevur skotið eitt ómannað amerikanskt flogfar niður har eysturi í landinum. Tað er tað almenna sjónvarpið, sum ber tíðindini.

-Iranska hermegin hevur skotið eitt ómannað amerikanskt flogfar av slagnum RQ-170 niður, sigur sjónvarpið og sigur seg hava tíðindini frá einari hernaðarkeldu. Sambært sjónvarpinum fekk flogfarið ikki so stóran skaða, tá tað datt niður, og herurin hevur nú lagt hald á tað.

Viðurskiftini millum Iran og umheimin eru versnað nógv teir seinastu dagarnar, eftir at mótmælisfólk lupu á bretsku sendistovuna í Teheran. Álopið fekk Bretland at taka alt starvsfólkið á sendistovuni heim og at koyra diplomatarnar á iransku sendistovuni í London av landinum.