Iran sigur upp kjarnorkuavtalu

Iran vil ikki longur lúka fleiri treytir í kjarnorkuavtaluni frá 2015 upplýsir forsetin í Iran.

Hann vil taka Iran úr kjarnorkuavtaluni frá 2015. Avgerðin er fráboðað í brævi frá Hassan Rouhani, forseta, til sendiharrarnar hjá hinum londunum í avtaluni, Bretlandi, Frankaríki, Týskalndi, Kina og Russlandi. Tað upplýsir iranskt ríkissjónvarp, skrivar tíðindastovan Reuters.

Við kjarnorkuavtaluni bant Iran seg til í stóran mun at avmarka framleiðsl og ríkan av urani. Afturímóti vórðu fleiri altjóða tiltøk ímóti Iran sett úr gildi.

Avgerðin kemur júst eitt ár eftir at Donald Trump, forseti í USA, gjørdi av at taka USA úr avtaluni. Síaðni tá hevur USA sett fleiri tiltøk í verk aftur ímóti Iran. Hóast tað, at Iran sambært ST hevur hildið treytirnar í avtaluni.

Millum annað hevur USA sett í gildi umfatandi stjórnarbann ímóti iranskum oljuútflutningi. Og í november setti USA aftur í gildi tiltøk, sum eisini vóru galdandi fyri avtaluna í 2015.

Iranski forseti sigur sambært tíðindastovuni AP, at kjarnorkuavtalan verður vandamikil fyri bæði Iran og restina av heiminum. Hann upplýsir, at Iran er sinnað til at samráðast um eina nýggja avtalu

Men um ikki londini hava funnið semju um nýggjar treytir kjarnorkuavtaluna innan 60 dagar, so fer Iran ikki longur at halda seg innan fyri settu mørkini um tungt vatn og goymslu av ríkaðum urani.

Við kjarnorkuavtaluni játtaði Iran at avmarka talið av sentrifugum, sum verða nýttar at ríka uran, eins og at avmarka goymslu av urani við 98 prosentum yvir 15 ár.

Iranski forsetin upplýsir í brævi, at Iran framyvir fer at varðveita ríkað uran í staðin fyri at selja tað til onnur lond, sum tað hevur verið vanligt síðani kjarnorkuavtaluna.

 

/ritzau/