Í næstu viku fara iranar undir at seta landsins fyrsta kjarnorkuverk í gongd. Ali Akbar Salehi, sum stendur á odda fyri iransku kjarnorkuverkætlanini, sigur, at Iran fær brennievni úr Russlandi.
Salehi sigur, at tað fyrsta brennievnið verður latið á reaktorin tann 21. august, og at umboð fyri altjóða kjarnorkustovnin IAEA eru boðin at vera hjástødd.
Serfrøðingar halda, at tann 5. september er nóg nógv brennievni latið á reaktorin, og 14 dagar seinni kann tað nýggja verkið framleiða 50 prosent av teirri orku, sum tað er ætlað til. Ali Akbar Salehi sigur, at um eitt hálvt ár kann verkið koyra við fullari megi.