Iran sent rakett út í rúmdina

Iranska rakettroyndin fer uttan iva at økja spenningin millum landið og umheimin Iranska stýrið kunngjørdi í dag, at landið hevur skotið eina rakett út í rúmdina, og at Iran sostatt er ført fyri at senda ein fylgisvein í ringrás um jørðina.

Ein iranskur embætismaður sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at talan er um eina rakett, sum er gjørd í Iran, og eygleiðarar siga, at rakettroyndin fer at økja spenningin um ta iransku kjarnoprkuverkætlanina.

Sambært embætismanninum var Mahmoud Ahmadinejad, forseti, hjástaddur undir útskjótingini.