Iran og Sýrialand skulu útvega frið í Irak

Aftan á eitt sera blóðugt vikuskifti í Irak vilja USA og Bretland hava Iran og Sýrialand at virka fyri friði í grannalandinum.


Dagurin í gjár var sera blóðigur í Irak.

Fyrst brast ein bilbumba á einum av høvuðsvegunum í miðbýnum í Bagdad. Fýra fólk lógu eftirá, og 10 vórðu særd.

Nakrar tímar seinni sprongdi ein sjálvmorðsbumbumaður seg sjálvan og 51 fólk í luftina uttan fyri eina løgreglustøð í Bagdad. Tey flestu vóru ungir menn, sum skuldu fara undir at útbúgva seg til løgreglumenn.

Løtu seinni komu trygdardeildir fram á líkini av 25 monnum aftan fyri eitt orkuverk í býnum Baqouda 60 kilometrar norðan fyri Bagdad.

Seinastu deyðsboðini komu í gjárkvøldið, tá bretska verjumálaráðið boðaði frá, at fýra bretskir hermenn vóru deyðir í einum álopi í Shat al-Arab-veitini við býin Basra har suðuri í landinum. Fýra aðrir hermenn vóru illa særdir.

Í Bagdad kunngjørdi Nuri al-Maliki, forsætisráðharri, at hann fer at umskipa stjórnina, tí støðan ger tað neyðugt at rudda upp, segði hann. Men tað kann vera vandamikið, tí týðandi partar av stjórnarsamgonguni hava sagt, at teir fara at seta seg upp ímóti einari slíkari broyting.


Biðja um hjálp

Í USA vunnu demokratarnir kongressvalið, tí teir kravdu eina aðra amerikanska kós í Irak, og ein av fremstu ráðgevunum hjá George W. Bush, forseta segði í gjárkvøldið, at forsetin umhugsar at biðja Iran og Sýrialand virka fyri friði í Irak.

-Forsetin fer at kanna møguleikarnar saman við sínum serligu Irak-ráðgevum, segði Josh Bolton við sjónvarpið ABC. Hann legði afturat, at allir partar eru greiðir yvir, at tað er neyðugt at endurskoða Irak-politikkin. Hann fekk alt fyri eitt undirtøku frá demokratunum:

-Tað fyrsta, sum vit mugu gera, er at finna eina aðra kós í Irak, segði senatorurin Carl Levin, sum væntandi verður nýggjur formaður í teirri senatsnevndini, sum hevur eftirlit við amerikonsku hermegini.

Í London visti BBC at siga, at Tony Blair, forsætisráðharri, er eisini hugaður fyri at biðja Iran og Sýrialand um hjálp til at fáa frið í Irak.