Iran lýsir 40 dagar landasorg eftir deyða ayatollah

Ein 40 daga landasorg er lýst í Iran eftir deyða ayatolla Ali Khamenei.

Mynd av dripna Ayatollah Ali Khamenei, sum varð víst í sjónvarpinum í Iran, tá tíðindini um deyða hansara vórðu kunngjørd. - Mynd: Majid Asgaripour

Eisini eru sjey almennir frídagar lýstir eftir deyða ovasta leiðarans.

Iranskir almennir miðlar váttaðu sunnunáttina okkara tíð, at Ayatollah Ali Khamenei var deyður í sambandi við amerikansku og ísraelsku álopini á Iran.

Sambært CNN brast verturin, sum skuldi boða frá tíðindunum um deyða ayatollah í iranska sjónvarpinum, í grát, tá hann skuldi lesa fráboðanina.

Sambært CNN hava fylgisveinamyndir víst, hvussu svartur roykur reis úr hølinum hjá Khamenei í Teheran eftir deyðiligu álopið.

Ajatolla Ali Hosseini Khamenei var ovasti leiðari í Iran síðan ayatolla Ruholla Khomeini doyði í 1989.

 

/Ritzau/

 

Mynd av dripna Ayatollah Ali Khamenei, sum varð víst í sjónvarpinum í Iran, tá tíðindini um deyða hansara vórðu kunngjørd. - Mynd: Majid Asgaripour