Tað er ikki bara Russland, sum letur stýrinum í Sýrialandi vápn. Tað ger Iran eisini.
Vesturlendskar fregnartænastukeldur siga, at Iran hevur sent bæði vápn og fólk til Sýrialands, og sambært keldunum er tað Iranska Kollveltingarhirðin, sum samskipar flutningin.
Fregnartænastukeldurnar siga, at iranar senda útgerð og fólk til Sýrialands við flogførum, sum flúgva ígjøgnum loftrúmið hjá Irak, hóast stjórnin í Bagdad alment hevur sett forboð fyri slíkum flutningi.
-Næstan hvønn dag flúgva flogfør úr Iran tvørtur um Irak til Sýrialands við fleiri tonsum av vápnum og hermonnum hjá Kollveltingarhirðini, stendur í einari loyniligari frágreiðing hjá ST, sum tíðindastovan Reuters hevur fingið fatur á. Sambært frágreiðingini er flutningurin úr Iran til Sýrialands nógv størri enn hildið.
USA hevur biðið stjórnina í Irak um eina frágreiðing um loftflutningin. Fleiri amerikanskir leiðarar halda, at annaðhvørt hevur stjórnin í Bagdad givið iranum loyvi til flutningin, ella setir hon kikaran fyri tað blinda eygað, skrivar Reuters.










