Iran í øðini inn á Kanada

Stjórnin í Iran er í øðini um avgerðina hjá kanadisku stjórnini at kvetta tað diplomatiska sambandið millum tey bæði londini. Uttanríkisráðið í Teheran sigur, at kanadiska stjórnin er víðgongd, og at hon letur seg ávirkað av stjórnini í Ísrael.

Kanadiska uttanríkisráðið kunngjørdi í gjár, at landið hevur latið sína sendistovu í Teheran aftur og tikið starvsfólkið heim. Samstundis hevur starvsfólkið á iransku sendistovuni í Ottawa fingið boð um at fara úr Kanada innan fimm samdøgur. Kanadiski uttanríkisráðharrin, John Baird, segði í gjár, at Kanada metir Iran sum eina stóra hóttan ímóti heimsfriðinum.

Talsmaðurin hjá iranska uttanríkisráðnum, Ramin Mehmanparast (myndin), sigur við ta almennu tíðindastovuna ISNA, at stjórnin í Kanada er víðgongd og undan zionistiskari ávirkan og tekur avgerðir fyri at leggja trýst á tað iranska fólkið og at geva tí trupulleikar. Talsmaðurin leggur afturat, at Iran fer at koma við einum hóskandi svari, sum hann málber seg.