Iran hevur lopið á mál í Irak

Tað kann ikki sigast, at heimurin er serliga tryggur og friðarligur í løtuni, nú vit eru komin inn í eitt nýtt ár.

 

Leiðarin fyri iransku kollveltingarhirðuna, Hossein Salami.

Kríggj og ósemjur eru millum lond og í fleiri londum, og spenningur er millum stórveldi og heimspartar.

 

Í kvøld sigur iranska kollveltingarhirðin, at Iran hevur lopið á mál í irakiska býnum, Arbil.

 

Iranska kollveltingarhirðin sigur, at álopini eru vend móti fregnartænastumiðstøðum og savningastøðum hjá anti-iranskum yvirgangsfólki.

 

Reuters veit at siga, at spreingingar hava verið í býnum, og flogferðslan í altjóða lufthavnini í Arbil er fyribils steðgað.

 

Herfyri varð ein drona skotin niður við eina hernaðarstøð hjá amerikanskum hermonnum við flogvøllin í Arbil í Irak.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at Arbil er ein býur í norðara parti av Irak, og her búgva umleið 1,5 miljónir fólk, tey flestu eru kurdar.

 

Vanliga verður sagt, at Kurdistan, sum økið eisini verður rópt, fevnir um partar av Turkalandi, Iran, Irak og Sýria

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Leiðarin fyri iransku kollveltingarhirðuna, Hossein Salami.