Iran hevur latið Hizbollah rakettir

Tað heldur í hvussu er ísraelski uttanríkisráðharrin Shimon Peres

Í samrøðu við blaðið International Herald Tribune sigur Shimon Peres, at Iran hevur latið tí víðgongda Hizbollah-felagsskapinum ikki færri ennj 8000 rakettir av slagnum Katusha. Hetta eru stuttberandi rakettir, sum kunnu raka mál millum 20 og 70 kilometrar burturi.
Peres sigur við blaðið, at rakettirnar eru latnar Hizbollah-deildum í Libanon, haðani tær lættliga kunnu raka mál í Ísrael. Hann dylir heldur ikki fyri, at rakettirnar mugu roknast sum ein hóttan ímóti Ísrael.
- Helda teir í Hizbollah, at teir kunnu skjóta rakettirnar úr Libanon eftir ísraelskum málum, verða vit noyddir at ávara Libanon ímóti tí, sigur ísraelski uttanríkisráðharrin.
Shimon Peres sigur eisini við International Herald Tribune, at Iran hevur fingið Katusha-rakettirnar úr Norðurkorea, og at tey bæði londini samarbeiða um at menna eina langtberandi rakett, sum fer at kunna røkka málum í USA.
Mánadagin skjeyt Hizbollah eftir ísraelskum jagaraflogførum, sum sambært felagsskapinum vóru komin í libanskt loftrúm.