Richard Danielsen
-------
Ábraham fær lyfti ,um at avkom hansara skal fáa landið.
Í 1. Mósebók 15. kapitli lesa vit hetta:
“Síðani segði Hann við hann ( Harrin við Ábraham) : "Eg eri HARRIN, sum leiddi teg burtur úr Ur í Kaldea til at geva tær hetta landið í ogn!" Men hann segði: "Harri HARRI, av hvørjum kann eg vita, at eg skal eiga tað?" Tá segði Hann við hann: "Fá Mær tríára gamla kvígu, tríára gamla geit, tríára gamlan veðr, turtildúvu og dúvuunga!" Hann fekk Honum nú øll hesi dýrini, skar tey av um miðju og legði helvtirnar av hvørjum dýri, hvørja beint yvir av aðrari; fuglarnar skar hann tó ikki sundur. Vers 7-10.
Og víðari í versunum 17-21:
Táið nú sólin var undirgingin, og myrkt var vorðið, sást rúkandi ovnur og logandi eldur, sum fór fram millum teir sundurskornu kropparnar. Henda dagin gjørdi HARRIN sáttmála við Ábram og segði: "Avkomi tínum gevi Eg hetta land, frá Egyptalandsá at Stórá, ánni Eufrat, tað er land Kenita, Kenizita, Kadmonita, Hetita, Perizita, Refa’ita, Amorita, Kána’anita, Girgasita og Jebusita."
Hvat er hetta, sum Harrin ger her. Jú vit skilja tað betur, um vit lesa nøkur vers hjá Jeremiasi:
Har hjá Jeremiasi lesa vit um ein sáttmála, sum nakrir høvdu gjørt eftir boði Guds um leysgeving av trælum, og so stendur hetta:
Men nú høvdu tit vent við og gjørt tað, sum rætt er í eygum Mínum - tit høvdu boðað hvør næsta sínum frælsi, og tit høvdu gjørt sáttmála fyri ásjón Míni í húsinum, sum kallað er við navni Mínum. Men so skiftu tit uppaftur sinni og vanhalgaðu navn Mítt og tóku aftur, hvør træl sín og trælkvinnu sína, sum tit høvdu frígivið, so tey kundu ráða sær sjálv; tit noyddu tey aftur at vera trælir og trælkvinnur tykkara. Tí sigur HARRIN so: Tit hava ikki lurtað eftir Mær og boðað frælsi, hvør bróður sínum og næsta sínum. Og Eg boði tykkum frælsi - sigur HARRIN - so tit verða givnir upp til svørð, pest og hungur; ja, Eg lati tykkum verða illa viðfarnar av øllum ríkjum á jørðini! Og teir menn, ið brutu sáttmála Mín - sum ikki hildu orð sáttmálans, ið teir gjørdu fyri ásjón Míni, táið teir skóru kálvin í helvt og so gingu millum partarnar, høvdingar Juda og Jerúsalems, hirðmenninar, prestarnar og alt fólkið í landinum, teir, ið gingu millum partar kálvsins - teir gevi Eg í hendur fígginda teirra og í hendur teirra, sum liggja teimum eftir lívinum; lík teirra skulu vera fuglum himmalsins og dýrunum á markini til føði.” Jeremias 34, 15-20
Soleiðis gjørdu teir ein sáttmála í gomlum døgum, drupu nøkur djór, skóru tey sundur og gingu síðani millum partarnar, báðir partar, sum gjørdu sáttmálan. Men legg til merkis, at í 1. Mósebók 15. kap.fór eldur fram ímillum partarnar, men Ábraham gekk ikki millum partarnar, hann svav, lesa vit. Harrin er fleiri ferðir í Bíbliuni lýstur sum eldur. Harrin fór millum partarnar og gjørdi ein einvegis sáttmála við Ábraham. Tí er hesin sáttmálin ikki bundin av, hvat menniskju gera, Ísrael hevur gjørt nógv skeivt gjøgnum tíðirnar, men tað ávirkar ikki hendan sáttmálan, tí tað er bara ein partur, sum er bundin av hesum sáttmálanum, og tað er Harrin. Hann fer vissuliga eisini at halda sáttmála sín. Nógvur ágangur hevur verið og er á Ísrael, serliga er tað Iran, sum nú hóttir Ísrael við at strika tað av heimskortinum, men tað fer ikki at lukkast. Harrin vakir yvir orði sínum (Jer. 1,12) og er garantur fyri at tað gongur út.