Iran gjørt framstig á kjarnorkuøkinum

Í Iran hevur Mahmoud Ahmadinejad, forseti, í dag givið boð um at byggja fýra kjarnorkureaktorar afturat tí reaktorinum, sum landið hevur í Teheran.

Tað almenna iranska sjónvarpið vísti í dag myndir av forsetanum, sum var og vitjaði eitt royndarverk í Teheran. Í einari røðu segði hann, at landið hevur gjørt stór framstig, og at kjarnorkuverkið í Natanz hevur fingið fleiri sera framkomnar sentrifugur.

Eygleiðarar siga, at tey iransku framstigini á kjarnorkuøkinum økja spenningin millum Iran og Vesturheimin, men summir vesturlendskir serfrøðingar ivast í, um Iran hevur gjørt so stór framstig, sum landið sigur.

USA og Ísrael hava sagt, at tað kann koma upp á tal við hernaðarligum álopum á kjarnorkuútbúnaðin í Iran, um landið ikki gevst við sínum kjarnorkuætlanum.