Ein frágreiðing hjá Altjóða Kjarnorkustovninum IAEA sigur tað vera sannlíkt, at Iran er í ferð við at gera eina kjarnorkuløðing, og tað hóvar ikki amerikonsku stjórnini.
Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Robert Gibb, sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at frágreiðingin hjá IAEA vísir, at Iran heldur ikki sínar altjóða skyldur. Hann leggur afturat, at áskoðanin hjá USA hevur verið og er, at tað eigur at fáa avleiðingar fyri Iran, um landið brýtur sínar skyldur.
Ein amerikanskur embætismaður sigur við AFP, at er tað so, at Iran er í ferð við at gera eina kjarnorkuløðing, kann arbeiðið taka fleiri ár.










