Iran á fund um kjarnorkuna

Iranska stjórnin hevur játtað at taka lut á einum fundi í Turkalandi í næsta mánað um landsins umstríddu kjarnorkuverkætlan. Tað váttar amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, í kvøld.

Partarnir hittust í Istanbul í januar, men kundu ikki semjast um eina dagsskrá. Nú hava iranar so játtað at koma á nýggjan fund, sum verður tann 13. og 14. apríl. Vesturlendskir diplomatar siga fyri tíðindastovunum, at høvuðsevnið á fundinum verður at fáa iranar at gevast við at ríka uran.

Vesturheimurin vil vera við, at Iran ætlar at brúka sína kjarnorkuverkætlan til hernaðarlig endamál, men tað avsannar stýrið í Teheran.