Í Iran hevur hjálparfelagsskapurin Reyði Hálvmáni gjørt av at senda tvey skip til Gaza-geiran við neyðhjálp. Samstundis hevur felagsskapurin biðið sjálvboðin koma við teimum báðum skipunum, og onnur skip eru biðin um at fylgjast við teimum til Gaza.
Stjórin í Reyða Hálvmána í Iran, Abdolrauf Adibzadeh, sigur við almennu tíðindastovuna Irna, at felagsskapurin tók avgerðina um tey bæði skipini eftir ein fund við uttanríkisráðið í Teheran.
-Annað skipið verður fermt við gávum frá iranska fólkinum, og hjálparfólk verða umborð á hinum, sigur stjórnin, sum leggur afturat, at ætlandi fara skipini avstað seint í hesi vikuni.
Ein iranskur talsmaður segði um vikuskiftið, at Iran er til reiðar at lata síni herskip fylgja neyðhjálparskipum til Gaza.









