- Vit hava fingið upplýsingar frá familjum, sum hava fingið børn síni aftur sum deyðir kroppar við stórum skaðum, sigur Iran Human Rights. Iranskir myndugleikar tóku fleiri mótmælisfólk undir mótmælisgongum eftir forsetavalið í juni í ár.
Nú viðganga myndugleikarnir fyri fyrstu ferð, at fangavørðar hava dripið fleiri mótmælisfólk í fongslinum.
Myndugleikar og løgregla hava annars sýtt fyri, at fangar vórðu dripnir, men nú hava teir fyri fyrstu ferð viðgingið drápini.
Tað er tíðindastovan Associatet Press, sum ber hesi tíðindi.
Rættarskipanin í Iran sigur nú í einum tíðindaskrivi, at 12 tænastumenn í Kahrizak-fongslinum eru ákærdir í málinum, harav tríggir eru ákærdir fyri dráp.
Talsmaðurin fyri Iran Human Rights, Mahmood Amiry-Moghaddam, sigur, at tað er ein tíð, síðan hann gjørdist greiður yvir, hvat hendi í fongslinum. Felagsskapur hansara hevur nevniliga havt samband við fleiri, sum hava sitið í fongsli og eru komin útaftur.
- Vit hava eisini fingið upplýsingar frá familjum, ið hava fingið børn síni aftur sum deyðir kroppar við stórum skaðum, sigur Mahmood Amiry-Moghaddam.
Hann leggur aftrat, at tað hevur stóran týdning, at iransku myndugleikarnir nú viðganga drápini.
- Hetta merkir eisini, at málið hevur verið so umfatandi, at myndugleikarnir hava ikki sæð seg førar fyri at krógvað tað, leggur talsmaðurin fyri Iran Human Rights aftrat.
Mett verður, at í minsta lagi 72 mótmælisfólk soleiðis eru dripin í iranskum fongslum.










