CIA-agentar og servandir amerikanskir hermenn, sum í loyndum hava verið í Bagad seinastu tíðina, varnaðust mikudagin, at allir leiðararnir í Baath-flokkinum, Tjóðarhirðini og stjórnini vóru horvnir. Heldur ikki kunningarmálaráðharrin, sum fleiri ferðir um dagin hevði verið á almenna sjónvarpsskíggjanum, var at finna.
Amerikanararnir, sum vóru farnir til bagdad at finna Saddam Hussein deyðan ella livandi, leitaðu um allan høvuðsstaðin, men leiðararnir vóru sum farnir undir heilt. Samstundis frættist frá óheftum keldum, at upptøkutól, sum CIA hevði sett ymsastaðni í býnum, vóru horvin.
Herleiðslan í Qatar fekk bert at vita, at alt samskiftið var brádliga hildið uppat, og at leiðararnir vóru ikki komnir til arbeiðis, sum teir annars høvdu gjørt hinar dagarnar.
Amerikanararnir halda, at Saddam Hussein ivaleyst er farin til býin Tikrit, haðani hann er ættaður, meðan onnur halda, at hann kanska er farin til Sýrialands. Amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, hevur sagt, at amerikanarar hava fingið upplýsingar, sum benda á, at ávísir irakskir leiðarar hava leitað sær skjól í Sýrialandi.
Amerikanski Irak-serfrøðingurin Kenneth Pollack heldur, at Saddam Hussein er farin úr Irak.
Í gjár segði amerikanski uttan´ikisráðharrin, Colin Powell, at tá saman um kemur, hevur tað ikki so stóran týdning, hvar Saddam Hussein er, ella um hann er deyður ella livandi.