Irakska grundlógin vegleiðing til ruðuleika

Uppskotið til nýggja grundlóg í Irak fer at elva til spjaðing ímillum irakar, heldur aðalskrivarin í Arabisku Samgonguni.

-Hatta er ein beinrakin vegleiðing, um tú vilt hava ruðuleika, sigur Amr Moussa við BBC.

Hann skilir væl, at túsundtals sunnimuslimar hava gingið mótmælisgongu í fleiri irakskum býum, síðani ein meiriluti í tjóðartinginum samtykti at góðkenna grundlógaruppskotið. Sunnimuslimarnir stúra fyri, at teir verða við skerdan lut, um shiamuslimarnir og kurdarnir sleppa at býta Irak sundur í trý sjálvsstýrandi øki.

-Eg skilji væl, at teir stúra fyri gongdini, tí tað ber ikki til at býta Irak sundur ímillum shiamuslimar og sunnimuslimar, ímillum muslimar og kristin, ímillum arabar og kurdar. Hatta gongur ikki, og í mínum eygum er hatta ein sera beinrakin uppskrivt uppá, hvussu tú kanst fáa ruðuleika. Ikki bara í Irak, men í øllum økinum, sigur Amr Moussa.

Hann er aðalskrivari í Arabisku Samgonguni, sum umfatar 21 arabisk lond, teirra millum Irak.


Óttast gongdina

Eygleiðarar siga við Reuters, at tað er tvinnar orsøkir til, at Arabiska Samgongan vendir sær frá irakska grundlógaruppskotinum. Onnur er, at lógin kann geva shiamuslimunum og kurdunum ræðið í hvør sínum parti av Irak, og at tað kann fáa minnilutar í øðrum arabiskum londum at krevja tað sama. Hin orsøkin er, at tey arabisku londini vilja fegin hava semju ímillum fólkabólkarnar í Irak, tí áhaldandi ósemja og stríð har kunnu breiða seg út um irakska markið.

Tað eru tó ikki allir sunnimuslimar, sum halda seg hava tapt stríðið um, hvussu Irak skal skipast. Ein av teimum stóru sunnimuslimsku flokkunum hevur boðað frá, at hann ætlar at halda fram við royndunum at finna eina neyðsemju, men sambært Reuters hava tey flestu smáar vónir um, at nakað kann koma burturúr.

Teir seinastu dagarnar hava fleiri túsund sunnumuslimar gingið mótmælisgongu í býnum Tikrit, haðani Saddam Hussein er ættaður. Tey høvdu myndir av gamla leiðaranum og róptu, at tey fara ikki at góðtaka grundlógaruppskotið.