Irakska andstøðan ósamd

Útlagna irakska andstøðan, sum USA stuðlar, hevur avlýst eina ráðstevnu orsakað av innanhýsis ósemju

Amerikanska stjórnin hevur seinastu tíðina lagt stóran dent á at fáa teir ymsu útlagnu iraksku andstøðubólkarnar at samstarva, tí andstøðan skal møguliga taka við valdinum, tá og um Saddam Hussein, forseti verður feldur.
Tað hevur kortini víst seg at vera trupult at fáa semju millum teir seks iraksku bólkarnar, og í gjár noyddust teir at avlýsa eina ráðstevnu, sum skuldi verða í Bruxelles í næstu viku. Orsøkin er, at partarnir kundu ikki semjast um, hvørji mál skuldu á dagsskránna, og hvussu mong umboð teir einstøku bólkarnir skuldu hava á ráðstevnuni.
Amerikanska stjórnin hevur viðurkent teir seks andstøðubólkarnar, og herfyri vóru umboð fyri bólkarnar í Washington og tosaðu við stjórnina um, hvat skal henda í Irak, eftir at Saddam Hussein er farin frá.
Eygleiðarar siga, at ósemjan millum teir seks bólkarnar er so stór, at í veruleikanum er ikki talan um nakað beinleiðis samstarv.