Irakska oljumálaráðið kunngjørdi í gjár, at eftir drúgvar tingingar eru sunnimuslimar, shiamuslimar og kurdar vorðnir samdir um, hvussu teir skulu býta landsins oljuríkidømi sínamillum. Semjan umfatar kortini bara tann kurdiska partin av oljuni, men hon verður kortini mett at vera eit sera týðandi stig fram ímóti einari endaligari semju um oljuna. Sum skilst vóru kurdarnir ikki serliga sinnaðir at góðtaka semjuna, men teir gjørdu tað kortini. Hildið verður, at 112 mia. tunnur av olju eru í iraksku undirgrundini, og tað eru bara Saudiarabia og Iran, sum hava størri oljuríkidømi enn Irak.










