Irakar krevja vald

Tað serliga stjórnarráðið, sum amerikanarar hava sett í Irak, vil nú hava størri vald, men tað ætlar amerikanska stjórnin ikki at geva ráðnum.

Formaðurin í stjórnarráðnum, Ahmed Chalabi, sigur við New York Times, at stjórnarráðið vil hava fult ræði á fleiri irakskum ráðharrastovum, og hann ger samstundis greitt, at ráðið er ímóti, at fleiri fremmandir hermenn koma til Irak. Tvørturímóti eigur USA at fara undir at taka sínar hermenn úr landinum, sigur Ahmed Chalabi.

Men tað kemur ikki upp á tal. Samskiftisstjórin í Hvítu Húsunum, Dan Bartlett, sigur við New York Times, at USA fer ikki at lata teir 25 limirnar í stjórnarráðnum yvirtaka valdið í Irak. Í fyrra lagi er ráðið ikki fólkavalt, og harafturat er tað alt ov tíðliga at lata irakum valdið í landinum, sigur Dan Bartlett.