Irakar ikki samdir enn

Teir iraksku politikararnir, sum loksins eru vorðnir samdir um at skipa stjórn, eru á einum máli um, at tað týdningarmesta málið júst nú er at fáa enda á ófriðinum, men teir kunnu ikki semjast um, hvør skal hava ábyrgdina av trygdini.

Ósemjan ímillum flokkarnar ger, at landið hevur framvegis ikki fingið nakran ráðharra í trygdarmálum. Vælvitandi keldur siga við Reuter, at innast inni hava ráðharrarnir úr teimum ymsu flokkunum ikki fult álit á hvør øðrum, og tað ger, at teir aftra seg við at lata ein ávisan ráðharra umsita trygdarmálini, tí tað verður í stóran mun hann, sum ger av, hvørjir irakar kunnu bera vápn. Tað eru serliga sunnimuslimarnir, sum eru ímóti at lata ein shiamuslim umsita trygdarmál, tí teir bera ótta fyri, at hann fer at geva shiamuslimskum bólkum loyvi at bera vápn.

Amerikanskir talsmenn hava sagt, at nú Irak hevur fingið eina stjórn, kunnu irakar og amerikanarar tosa um, nær USA skal fara undir at taka sínar hermenn heimaftur, men eygleiðarar siga, at tað er púra burturvið at tosa um afturtøku, so leingi irakar ikki kunnu semjast innanhýsis.