Irakska stjórnin kunngjørdi í dag, at hon hevði gjørt av at lata markið upp fyri fólki, sum flýggja úr grannalandinum Sýrialandi. Sjónvarpið Iraqiya segði, at Nuri al-Maliki, forsætisráðharri, hevði givið herinum, løgregluni og Reyða Hálvmána boð um at taka ímóti sýriskum flóttafólkum og at hjálpa teimum. Boðini vóru galdandi fyri øll marknaliðini á markinum millum Irak og Sýrialand.
Fyrr hava teir iraksku myndugleikarnir sagt, at landið fór bara at taka ímóti irakskum ríkisborgarum, sum vildu sleppa um markið úr Sýrialandi, men ta avgerðina hevur stjórnin í Bagdad so broytt nú.
Fleiri bera ótta fyri, at bardagarnir í Sýrialandi skulu breiða seg til Irak og tess grannalond, og hjálparfelagsskapir í Irak siga, at teir fyrireika seg til tað ringasta.