Tað vakti stóran ans, tá tað herfyri kom fram, at týska fregnartænastan lat amerikanarunum týðandi upplýsingar um iraksku verjuna, beint áðrenn USA gjørdi innrás í landið.
Andstøðan í týska ríkisdegnum hevur kravt, at tíðindini verða kannað, og í gjár eydnaðist andstøðuni at noyða tingið at seta eina serliga nevnd at kanna málið. Týska grundlógin sigur, at ein fjórðingur av tinginum kann krevja eitt mál kannað. Tað kravdi undirtøku frá 154 tinglimum, og 157 umboð hjá Vinstraflokkinum, Teinum Grønu og Fría Demokratiska Flokkinum skrivaðu undir kravið. Tað vóru tó ikki allir tinglimirnir hjá teimum trimum flokkunum, sum skrivaðu undir. Joschka Fischer hjá Teimum Grønu, sum var uttanríkisráðharri undir Irak-innrásini, vildi ikki skriva undir kravið um eina kanningarnevnd. Tvørturímóti bardist hann sum úlvur á skóg ímóti kanningini, skrivar blaðið Die Welt.
Nevndin skal eisini kanna, um flogfør hjá CIA hava brúkt týskar flogvallir, tá tey hava flutt fangar til og úr Guantanamo, og um týsku myndugleikarnir vóru vitandi um tað.