Irak
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Síðani irakska tjóðartingsvalið hava fleiri shiamuslimskir leiðarar í Irak gjørt vart við, at teir ætla at skipa landsins lógir í samsvari við »Koranina og Guðs vilja«, sum teir taka til. Tað er heldur eingin ivii um, hvat tað ber í sær.
? Vit vilja ikki hava javnrættindi ímillum menn og kvinnur, tí sambært islamskari lóg eru tað menninir, sum ráða. Tað stendur í Koranini, og tað er Guðs vilji, segði ein talsmaður hjá tí máttmikla shiamuslimska leiðaranum ayatolla Yacoubi við New York Times mánadagin.
Hóast tað endaliga úrslitið av tjóðartingsvalinum ikki er kunngjørt en, er tað greitt, at shiamuslimarnir verða teir sterku á tí politiska pallinum í Bagdad, tí teir eru í meiriluta. Fyri fleiri døgum síðani ljóðaði, at flokkurin United Iraqi Alliance hevur fingið sera nógvar atkvøður og verður nógv tann størsti í tinginum.
Tað, sum ørkymlar amerikonsku stjórnina er, at aftan fyri hendan flokkin eru kreftir, sum hava gott samband við prestastýrið í grannalandinum Iran. Sambært New York Times kunnu amerikanararnir ugga seg við, at fleiri shiamuslimskir leiðarar hava talað ímóti at skipa iraksku leiðsluna eftir iranskum leisti, men teir hava kortini sagt, at tann komandi irakska grundlógin skal vera í samsvari við islamska lóg.
Rættiliga avgerandi er, hvat tann ovasti átrúnaðarligi leiðarin hjá shiamuslimunum, Ali al-Sistani, fer at gera. Hann hevur fyrr sagt, at teir átrúnaðarligu leiðararnir eiga ikki at hava nakran høvuðsleiklut á tí politiska pallinum, men seinastu tíðina hava tals-menn hansara sagt, at hann ætlar sær at gera vart við seg, um tann komandi stjórnin ikki heldur seg til fólksins vilja, skrivar New York Times.
Norski granskarin Henrik Thune sigur við Dagsavisen, at sama hvat amrikanararnir gera, so er tað greitt, at Iran fær stóra ávirkan á viðurskiftini í Irak í framtíðini.