Irak: Fólkaatkvøðan skal setast úr gildi

Forsætisráðharrin í Irak, Haider al-Abadi, krevur, at iraksku kurdarnir seta úr gildi úrslitið av fólkaatkvøðuni um loysing.

 

Hetta er eitt krav, um stjórnin í Irak yvirhøvur skal tosa við kurdisku leiðsluna í sjálvstýrandi økjunum í norðrara partinum av landinum.

 

Fleiri enn 90 prosent av kurdunum atkvøddu mánadagin, sambært fyribils úrslitinum, fyri loysing.

 

Tjóðartingið í Bagdad hevur givið Abadi mandat til at senda hermenn til umstríddu økini í Kirkuk landslutinum.

 

Í røðu í tjóðartinginum endurtók Abadi mikudagin sítt treytaleysa krav til kurdiska forsetan í Irak, Masoud Barzani, um at yvirtaka eftirlitið við altjóða flogvøllinum innan fríggjadagin.

 

/ritzau/Reuters