Irak fer at stovna skúlar í Norðurlondum

Irakar, sum eru flýddir til Svøríkis, skulu nú fáa møguleikan at ganga í irakskum skúlum, og frálærumálið verður á irakskum, ikki á svenskum. Tað skrivar irakska sendistovan í Stockholm í einum brævi til svenska mentamálaráðið.

Men gongst sum ætlað, verða tað ikki bara irakar í Svøríki, sum skulu fáa møguleika at ganga í irakskum skúlum. Irakski sendiharrin í Stockholm, Hussain al-Ameri, sigur við tíðindasíðuna Riksdag & Departement, at ætlanin í Svøríki er fyrsta stig í einari verkætlan, sum ætlandi skal umfata hini Norðurlondini seinni.

Riksdag & Departement skrivar, at ætlanin hjá irakum er at hava 12 ára skúlagongd eins og í Irak. Skúlarnir skulu skipast sum aðrir altjóða skúlar, sum eru í Svøríki. Har eru eitt nú franskir og týskir skúlar, sum virka eftir ávikavist fronskum og týskum skúlaskipanum.