- IPN-virusið er framvegis ein avbjóðing hjá føroyskum alarum, og tí hevur Havbúnaðarfelagið bjóðað einum granskara úr Noregi á Aliráðstevnuna 2013 at greiða frá, hvussu norskir alarar royna at basa hesi sjúkuni. IPN er eitt virus, ið kann elva til stórt felli, bæði í smolti og størri laksi.
Tað sigur Vinnuhúsið í morgun.
Lagt verður aftrat, at Lill-Heidi Johansen, ið er umrøddi IPN-granskarin, starvast hjá NOFIMA, og í fjør læt hon úr hondum eina umfatandi kanning um IPN í Noregi.
- Endamálið við frágreiðingini var at eftirmeta øll tey tiltøk, ið norskir alarar hava nýtt í royndunum at basa IPN seinastu 10 árini. Hóast norskir alarar í fleiri ár hava koppsett ímóti IPN, eru eini 200 útbrot av hesi sjúku staðfest seinastu árini í Noregi.
Vinnuhúsið sigur, at frágreiðingin hjá Lill-Heidi Johansen lýsir øll tey mest týðandi tiltøk, sum eru nýtt ímóti IPN síðan 2003. Síðan ger hon eina meting av, hvørji tiltøk virka best.
- Frágreiðingin kann sostatt nýtast sum ein liður í at finna tey mest effektivu tiltøkini og harvið minka um tapið, ið stendst av IPN.
Vinnuhúsið vísir á, at umframt fyrilesturin hjá Lill-Heidi Johansen, fer Debes Christiansen, leiðari á fiskasjúkudeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, at greiða frá yvirskipaðu fiskaheilsustøðuni í føroysku alivinnuni. Millum annað fer at hann at greiða frá, hvussu støðan er við IPN.
Á aliráðstevnun, sum nú stundar til, fer Debes Christiansen eisini at gjøgnumganga aðrar avbjóðingar innan fiskaheilsu í Føroyum, eitt nú lúsastøðuna, ið hevur verið eitt afturvendandi evni á Aliráðstevnuni seinastu árini.










