Iphone fær barnalás

Apple hevur nú gjørt trygdarskipan, sum forðar fyri, at børn ótarnað kunnu keypa spøl og appir

 

 

Apple og ES-nevndin eru komin ásamt um, at standard-stillingarnar á iPhones, iPad og øðrum i-tingum. Broyttu stillingarnar skulu forða fyri, at børn ótarnað keypa sær atgongd til spøl, app’ir v.m.

 

Hetta endar eina ósemju, sum byrjaði, tá danski brúkaraumboðsmaðurin bað ES-nevndina taka málið upp, eftir at fleiri kærur høvdu verið um hetta í Danmark.

 

Í donsku málunum var talan um, at børn umvegis ymisk online-spøl høvdu keypt fyri upp til 25.000 krónur, uttan at hvørki børn ella foreldur vóru vitandi um hetta. Talan var um íalt 84 kærur, og samlaða upphæddin, sum Apple síðani hevur endurgoldið, var omanfyri 400.000 krónur.

 

Broyttu stillingarnar bera við sær, at brúkarin nú sjálvur kann áseta, um neyðugt er at tøppa kotu inn, hvørja ferð keypt verður.