iPhone 5 komin til Føroya

Nú er nógv umrødda iPhone 5 loksins komin til landið. Tað er Nema, føroyska umboðið hjá Apple, sum hevur fingið fyrstu sendingina, haðani myndin omanfyri eisini er tikin av fyrstu iPhone 5 í Føroyum.

Tað var somuleiðis útgávudagur av iPhone 5 í Danmark í dag, og har stóðu brúkarar og fjepparar fleiri tímar í bíðirøð fyri at fáa tær fyrstu. Hetta var ikki støðan hjá Nema, frætta vit frá teimum, men hinvegin hevur gravgangur verið eftir teimum, nú frætt var, at tær eru komnar til landið.

Enn eru bara hvítar iPhone 5 at fáa í Føroyum og í 32GB- og 64GB-útgávu. Hin fyrra kostar kr. 7490,- og hin seinna kr. 8,490,-

Svartar iPhone 5 og 16GB-útgávan verða at fáa í Føroyum í nærmastu framtíð.