Italski áleyparin Mario Balotelli hevur fyri at gera líkt og ólíkt, sum ikki altíð er so øgiliga umhugsið. Nú endurgeva danskir miðlar italskar fjølmiðlar fyri at siga, at Balotelli vísti størri áhuga fyri sínum iPad enn sjálvum dystinum fríggjakvøldið.
Hetta fekk øði í venjaran Cesare Prandelli, sum síðani legði takitikkin um. Sum skilst ætlaði hann at seta Balotelli á vøllin, tá seinni hálvleikur byrjaði, men broytti ætlan, tá hann sá hvussu lítlan áhuga Balotelli vísti tí, sum liðfelagar hansara tókust við á Tórsvølli.
Sostatt var ein iPad orsøkin til, at føroyingar fingu lítið meiri enn fimm minuttir at síggja av Balotelli, sum annars skuldi spæla trý korter.