Fríggjadagin hevði Kringvarpið tíðindi um, at russiska skipið Iosif Shmelkin stendur á svartalista hjá NAFO, men hetta afturvísir Fiskiveiðieftirlitið. Fiskiveiðieftirlitið skrivar á síni heimasíðu í gjár, at IUU - ella hin sonevndi svartilistin - hjá NAFO er almennur.
- Hesin er at síggja á www.nafo.int, og har stendur russiska skipið, Iosif Shmelkin, ikki á.
Fiskiveiðieftirlitið vísir á, at tað eru eftirlitsmyndugleikarnir hjá limalondunum í NAFO, sum gera av, um skip koma á svartalista.
- Hvussu skip kunnu koma á svartalista - ella á IUU - kann lesast í reglugerðini fyri NAFO, sum eisini finst á heimasíðuni.
Tíðindini í Kringvarpinum fríggjadagin um, at Iosif Shmelkin er á svartalista hjá NAFO, eru sostatt ikki røtt, sigur Fiskiveiðieftirlitið.