Ion segði seg úr starvinum

Fyrrverandi HB og B36-venjarin, Ion Geolgau, er farin úr starvi sínum sum venjari hjá íslendska felagnum Fram, har eisini tveir føroyskir spælarar spæla.

Týsmorgunin boðaði Ion Geolgau leiðsluni í íslendska felagnum frá, at hann ynskti at verða loystur úr sínum starvi.
Orsøkin til hetta var, at úrslitini hjá Fram als ikki høvdu verið tey, sum venjarin og felagið høvdu ætlað sær.
Seinastu sjey dystirnar hevur Fram bara fingið tvey stig, og liðið liggur á næstaftasta plássi í bestu íslendsku deildini eftir átta umfør.
Fyribils skal hjálparvenjarin Jørundur Áki Sveinsson taka við leiðsluni av liðnum, har Hans Fróði Hansen og Fróði Benjaminssen eru millum spælararnar.