Ion aftur í HB

Eftir at spælarar og leiðsla í felag hava heitt á rumenanm, hevur Ion Geolgau tikið uppsøgn sína til HB aftur

 

Venjari


Tað var mánakvøldið, at boðini um uppsøgnina hjá HB venjaranum, Ion Geolgau, bórust kring landið, og sum vit nevndu í mikudagsútgávu okkara, so var hetta ein avgerð, sum leikarar í felagnum vóru sera keddir um.

Millum annað staðfesti HB-liðskiparin, Rúni Nolsøe, at tað so avgjørt ikki var venjaranum at lasta, at úrslitini í ár hava verið verri, enn tey nakran tíð hava verið.


Eftir áheitan frá leikarunum

Leikararnir í felagnum hava tó ikki bert nýtt tíðina síðani hetta til at sita hendur í favn og syrgja um missin av venjaranum. Longu mikukvøldið frættist, at Ion kortini fer at halda fram í HB, og eftir dystin móti GÍ fingu vit hesi tíðindi staðfest av stjóranum í P/F Havnar fótbóltur, Steinfinni Mittelstein.

- Fyrst og fremst skal sigast, at fyri okkum kom uppsøgnin hjá Ion sera óvæntað. Síðani hetta hava vit tosað við leikararnar, og teir vóru á einum máli um, at vit skuldu gera eina roynd at tosa við venjaran.

- Tað hava vit so gjørt, og eg kann bara fegnast um, at vit hava fingið tosað okkum til rættis, soleiðis at Ion hevur gjørt av at koma aftur til felagið. Tað harmaði okkum almikið, tá hann tók avgerðina mánadagin, tí vit ivast ikki í, at hann eisini hevur nógv at geva frá sær framyvir, sigur Steinfinnur Mittelstein at enda.