Inzaghi 2 - Liverpool 1

AC Milan-Liverpool 2-1 (1-0)

Leikliga verður Champions League finalan 2007 ikki mint sum ein av teimum heilt stóru.

Fyri steðgin var talan ofta um beinleiðis vánaligt spæl, tá hugsað verður um, at hetta skuldi eitast at vera toppurin av europiskum fótbólti. Liverpool hevði tó eitt yvirtak, og teir skaptu sær nakrar møguleikar, men beint fyri steðgin fingu teir sum vátan vøtt.

Pirlo royndi seg frísparki beint uttan fyri brotsteigin, og hetta varð rættað av móti síðuni á Inzaghi, og so var Reyna í Liverpool-málinum seldur.

 

Eftir steðgin hevði Milan betra takið. Teir fingu ferðina niður á eitt støði, har Liverpool sjáldan megnaði at skapa nakra serliga órógv. Størsta møguleikan fingu teir reyðu tó, tá Gerrard stríddi seg ígjøgnum, men tað Dida fekk tó vart fyri skotinum frá Liverpool-skiparanum.

Og ístaðin kundi Inzaghi skjóta mál nummar 500 hjá Milan í europiskum høpi. Kaka stakk bóltin inn um verjuna, og so var Inzaghi - sum hesa ferð var røttu megin rangstøðumarkið - ískaldur.

Við einum minutti eftir á klokkuni minkaði Kuyt um munin eftir horna. Men hóast dómarin legði tríggjar minuttir afturat teimum 90, so hjálpti hetta lítið hjá Liverpool. Steypið áttu Milan og Inzaghi.

 

AC Milan-Liverpool 2-1 (1-0)

1-0: Filippo Inzaghi, 45.

2-0: Filippo Inzaghi, 82.

2-1: Dirk Kuyt, 89.