Investera ikki nokk

Eyðun Klakstein, venjari hjá KÍ, heldur ikki, at støðan er kritisk í Klaksvík. Heldur ikki nú lið hansara tapti fyri VB/Sumba.

– Tað er rætt, at vit hava brúk fyri stigum nú, men støða okkara er ikki kritisk á sama hátt sum hjá liðunum, sum liggja fimm stig aftanfyri okkum. Vit skulu gjarna hála okkum upp eftir stigatalvuni, og vit hava nú fýra dystir eftir fyri summarsteðgin til vinna okkum nøkur stig, sigur hann.

Eyðun Klakstein metir, at umstøðurnar at spæla fótbólt í Vági sunnudagin vóru ringar. – Tann nógvi vindurin hevði við sær, at hvørki av liðunum kláraði at fáa spælið at ganga. Dysturin var rættiliga rótutur, og eitt tilvildarligt mál fimm minuttir fyri leiklok avgjørdi dystin. Vit investeraðu ikki nóg mikið í seinna hálvleiki til at kunna vinna dystin, sigur KÍ-venjarin.