INU WESSBERG TIL ÁMINNINGAR

Tað kemur dátt við at frætta, at Ina Wessberg er farin, einans 67 ára gomul. Ina Wessberg var mær vitandi fyrsti føroyingur, sum var útbúgvin audiologiassistentur, og eftir at hava virkað uttanlands í mong ár kom hon heimaftur til Føroya og arbeiddi síni seinastu ár her. Tað er ongin loyna, at tá Ina kom heimaftur, var hoyrnardeildin illa fyri. Bergur Andreasen, sum í mong ár einsamallur stóð við ábyrgdini fyri at laga hoyritól til og veita hoyribrekaðum tænastu á Skúlanum á Trøðni, hevði sagt seg frá, og hóast lærarar á skúlanum royndu at gera sítt besta, so var ongin at taka eftir Berg. Hoyrnardeildin er sum ein lívlína hjá øllum, ið brúka hoyritól, og tað kendist ómetaliga ørkymlandi at vera hesa tænastu fyri uttan. Tá er tað, at Ina kemur í starv, og stutt eftir varð avgerð tikin um at flyta Hoyrnardeildina oman á Landssjúkrahúsið, har hon eisini meira natúrliga kann sigast at hoyra heima. Ina fór við eldhuga og ómetaligum arbeiðssemi í holt við at skapa eina væl virkandi hoyriklinikk á Háskúlavegi og í hesum arbeiði var hon bæði miðvís og bráð. Hon vildi hava klinikkina so góða, sum til bar, og vildi skapa virðiligar karmar fyri tey hoyribrekaðu í Føroyum. Hennara yrkiskunnleiki og arbeiðssemi góvu úrslit. Í góðum samstarvi við oyrnalæknan eydnaðist Inu at fáa til vega eina hoyriklinikk, sum vit kunnu vera errin av. Hon nýtti allar snildir og tað var ikki óvanligt, at vit, sum tá vóru í nevndini fyri Felag fyri hoyribrekað, fingu álagt at gera okkurt fyri hoyriklinikkina, sum annars mátti haldast at vera almenn uppgáva. Men vit gjørdu tað fegin, tí eisini vit vildu bøta um umstøðurnar hjá teimum hoyribrekaðu í Føroyum. Ina vísti felagi okkara vælvild og tá norðurlendskur fundur varð hildin her í 2004 var tað ikki sørt, at hini londini misuntu okkum hetta samstarv og ta hjálp, vit fingu frá Inu. Eitt dømi um, hvussu treisk Ina kundi vera, var málið um atkomu til hoyriklinikkina. Hon kundi als ikki góðtaka, at koyristólar ikki sluppu inn á klinikkina og helmaði ikki í, fyrr enn lyfta var komin. Onnur høvdu kanska latið sær lyndað, at tað mundi fara at laga seg, men ikki Ina og sjálvandi hevði hon rætt. Ina kundi vera bersøgin, men vit vóru ongantíð í iva um, at hon vildi okkum sum viðskiftafólki væl, vildi gera sítt besta fyri okkum og brendi fyri sínum arbeiði. Tá hon fór frá, kundi hon lata eina vælvirkandi hoyriklinikk víðari til útbúgvið starvsfólk. Ta lutfalsliga stuttu tíð, sum Ina Wessberg arbeiddi á hoyriklinikkini, fingu vit, sum høvdu brúk fyri hennara hjálp, virðing fyri henni og fara at minnast hana við takksemi.

 

Nicolina Dahl