Intrum verður til Inntriv

- Inntriv er nýggja navnið hjá Intrum Føroyar. Altjóða navnið, Intrum Justitia, verður ikki longur brúkt, sigur stjórin, Jákup Bech Jensen. Størstu partaeigararnir í Intrum Føroyar hava skift eigarar og  broytt navn. Hesar broytingar vóru eitt gott høvi hjá okkum at broyta samleika.

Tað sigur stjórin í Inntriv, Jákup Bech Jensen.

- Avgerðin at broyta samleika varð tikin fyri at tryggja, at fyritøkan hevur sjálvræði og rásarúm at nøkta tørvin á føroyska marknaðinum. Nú fimm ár eftir, at fyritøkan byrjaði virksemi sítt í Føroyum, er tíðin komin til at standa á egnum beinum.

Nevnd og stjórn síggja stórar framtíðarmøguleikar at hava fult ræði á samleika, vørusamanseting, tøkni, marknaðarføring og øðrum stórum avgerðum í felagnum.

Stjórin vísir á, at tað var eitt ynski hjá felagnum at finna eitt stutt føroyskt navn, sum lýsir virksemi.

- Vit eru fegin um nýggja navnið - Inntriv - sum lýkur okkara krøv. Inntriv er eitt orð, sum oftast verður brúkt í samband við at grípa inn og hjálpa. Orðið verður ofta brúkt um fíggjarliga viðurskifti.

Stjórin sigur, at vælkenda slagorðið ?Ikki gera ikki nakað? og dómarin við gula kortinum framvegis verða partur av nýggja samleikanum.

- Okkara strategi er at vera heildarveitari innan innheinting. Hettar vil føra til broytingar, so vit í ár fara at bjóða nýggjar tænastur til okkara viðskiftafólk.

Stjórin sigur, at samstarvið við Intrum Justitia hevur verið sera gott á leiðini at menna Intrum Føroyar.

- Hetta samstarv heldur tí fram, tó ikki longur sum umboð, men sum samstarvspartar, sigur Jákup Bech Jensen.