Intrum skal heinta bøkur inn

Innheintingarfyritøkan Intrum Føroyar, sum er best kend fyri at heinta pening inn fyri stovnar og fyritøkur, hevur nú skrivað sáttmála við Býarbókasavnið í Tórshavn

Nú skal innheintingarfyritøkan Intrum Føroyar hjálpa Býarbókasavninum í Havn av heinta bøkur inn, sum lánarar forsøma at lata aftur.

Nýggja mannagongdin verður, at tá ov long tíð er farin út um ásettu lánitíðina, verður rokningin send til Intrum Føroyar, sum síðani leggur innheintingargjald aftrat.

Býarbókasavnið vil tó altíð heldur hava bøkurnar aftur enn gjaldið fyri tær. Tí ber til at lata bøkur inn, sum eru farnar yvir lánitíðina, og bert gjalda vanligt gjald og umsitingargjald. Men er kravið sent til Intrum, verður eitt innheintingargjald eisini lagt oman á.

- Vit ynskja at nýta alla okkara tíð á bókasavninum og geva lánarunum bestu tænastu. Samstundis ynskja vit at fáa allar bøkur aftur til tíðina, so onnur kunnu læna bøkurnar, sigur Anna Brimnes, býarbókavørður.

Ikki tí, aloftast verða bøkurnar bornar aftur til ásettu lánitíð, men Býarbókasavnið vónar, at hetta samstarv fer at hava við sær, at enn fleiri bøkur koma inn til tíðina, og at tey harvið fara at brúka minni tíð til at skriva áminningar og meira tíð til brúkarar.

 

Fleiri bøkur inn

Fyri umleið 3 árum síðani gjørdu flestu bókasøvn í Íslandi sama sáttmála við Intrum. Hetta samstarvið hevur ført til akkurát tað, sum Býarbókasavnikð ynskir: fleiri bøkur koma aftur til tíðina, og harvið verður bíðitíðin eftir útlæntum bókum styttri.

- Tá ið samstarvið byrjaði í Íslandi, varð avgjørt, at geva lánarunum eina tíð at lata bøkur inn uttan at gjalda nakran kostnað. Í hesum tíðarskeiði fingu bókasøvnini umleið 10.000 bøkur aftur. Fleiri av hesum bókum høvdu verið læntar út í áravís, sigur Jákup Bech Jensen, stjóri í Intrum Føroyar.

- Vit ynskja at geva føroyingum sama møguleika og fara tí at bjóða øllum, sum hava lænt bøkur út um lánitíðina, at bera tær aftur ókeypis í tíðarskeiðinum 10. - 23. desember 200, sigur Anna Brimnes.

So hetta er ein góður møguleiki hjá øllum at hyggja á bókahillarnar, um bøkur hjá Býarbókasavninum av misgáum eru komnar at standa ov leingi.