Intrum samarbeiðir við European Payment Index

Intrum Føroyum gerst nú partur av European Payment index. Komandi tíðina fer felagið at senda út spurnarbløð til føroyskar fyritøkur, har tað m.a. fer at kanna, um rokningar verða goldnar til tíðina, og hvussu langa tíð tær føroysku fyritøkurnar geva kundunum at gjalda rokningar sínar.

Her snýr tað seg um bæði privatar kundar, almennar kundar og virkiskundar. Við at kanna hetta, kann Intrum møguliga bøta um peningarstreymin og úrslitið hjá kravánarum uttan at skaða sambandið millum kravánaran og skuldaran. Tá ið kanningin er liðug, fáa fyritøkurnar, sum eru við í kanningini, møguleika at síggja gjaldsmynstrið hjá fyritøkuni, og á henda hátt kunnu tey eisini samanbera seg við líknandi fyritøkur í landinum, umframt aðrar fyritøkur.