Intrum Føroyar kortleggja gjaldsmynstrið

Í øllum londunum, har Intrum Justitia finst, gera teir frágreiðingar um gjaldsmynstrið í landinum. Nú fer Intrum Føroyar at gera frágreiðing um føroyska gjaldsmynstrið Intrum Justitia er fyritøka, sum finst í umleið 20 londum í Europa, umframt í ymsum londum kring heimin. Fyritøkurnar í Íslandi og Føroyum eru í eini serstøðu, tí tær eru sjálvstøðug feløg, meðan hini øll eru undir einum og skrásett á partabrævamarknaðinum.

Men øll feløgini hava tó tað til felags, at tey tvær ferðir um árið lata eina kanning gera av gjaldsmynstrinum í tí landi, tey virka. Og nú fer Intrum Føroyar at lata gera slíka kanning av føroyska gjaldsmynstrinum, eina sonevnda benchmark kanning.

Hesar kanningar geva ymisk og áhugaverd svar. Í Hollandi eru 48% av krøvunum móti fólki undir 35 ár. Sama mynstrið finst í Noregi.

Kanningin vísir, at í Finlandi og Svøríki verða gjaldsavtalur ógvuliga væl hildnar, meðan í Italia og serliga Portugal stendur illa til í so máta. Royndir hjá Jákupi Jensen benda á, at Føroyar verða at finna í miðuni ella kanska enntá í verra endanum í so máta.

Tað er altíð áhugavert at síggja gjaldsmynstrið í einum landi. Eisini hjá fyritøkum, sum selja vørur til viðkomandi land. Og føroysku kanningarnar fara at fylgja sama leisti sum í hinum londunum, so tølini lættliga kunnu samanberast.

Annars metir Jákup Jensen, at mynstrið nú aftur er við at broytast í Føroyum.

- Undan kreppuni var nærum bert hugsað um at hava stóran umsetning, og minni um útistandandi pening. Hetta broytti kreppan soleiðis, at fokus var sett á at fáa pengarnar inn sum skjótast. Nú er mynstrið við at broytast aftur ímóti tí, ið var undan, metir Jákup Jensen.