Intrum dugir at samskifta

- Í hesi íløgu liggur ikki, at Eik Banki fer at herða innheintingina, men hetta er heldur ein íløga, sum ger okkum til part í eini fyritøku, ið hevur víst, at hon hevur hegni til at samskifta, upplýsa og gera avtalur, sum kunnu vera konstruktivar og birta uppundir loysnir, sigur Bjarni Olsen, stjóri í Eik Banka

Keyp

 

Bjarni Olsen heldur, at við keypinum av 30% av partapeninginum í Intrum Føroyar, fær Eik Banki eitt høvi at supplera innheintingina hjá bankanum við fólk, sum hava góðar royndir og leypandi samskifti við viðskiftafólk.

- Intrum Føroyar hevur leypandi samskifti við kravánarar og skuldarar, og fyritøkan hevur víst, at hetta er nakað, tey duga.

Stjórin vísir á, at tá fólk, sum hava lán í Eik Banka, ikki megna sínar skyldur, hevur bankin eina vanliga mannagongd við innheinting, sum kanska kann tykjast eitt sindur stívrend viðhvørt.

- Tá loysnir ikki finnast, enda slík mál við tíðini í rættinum.

Bjarni Olsen vísir á, at Intrum Føroyar hevur starvsfólk við royndum, sum eru von við at tosa við skuldarar, og hann heldur, at tað avgjørt ikki nýtist at merkja, at innheintingin verður ”harðari” fyri tann skuld, um man so kann siga.

- Soleiðis, sum eg síggi møguleikarnar við hesi íløgu, síggi eg eisini fyri mær, at Intrum Føroyar kann veita fólki góð ráð og upplýsing um, hvussu mál møguliga kunnu loysast, so tey ikki knappliga bara enda í rættinum.

Stjórin heldur tískil ikki, at tað samstarv, sum Eik Banki fer at hava við Intrum Føroyar um innheinting, nýtist at gerast nøkur herðing á innheintingarøkinum, sum hann tekur til.

- Nú vit hava keypt 30% av Intrum Føroyar, merkir tað ikki, at vit fara undir nakran buldosara-politikk á innkrevjingarøkinum, leggur Bjarni Olsen, stjóri, aftrat.