Leygardagin skipar MFS fyri sonevndum intro-degi í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Tiltakið er serliga ætlað øllum teimum, ið júst eru farin undir lesnað í Danmark, sigur Meginfelag føroyskra studenta í tíðindaskrivi.
MFS sigur seg vilja royna at greiða fløkjuna, ið nógv renna seg í, tá tey byrja at lesa í Danmark. Her verður serliga hugsað um SU, skatt, føroyafrádrátt, bústaðir o.a. Umboð fyri Ráðgevingina í Keypmannahavn vera eisini við.
Eftir framløgur og praktiskar upplýsingar, bjóðar MFS til felags døgurða.
Kl 20.00 verður spurnarkapping í Føroyahúsinum, har øll eru vælkomin.
Tiltakið er ókeypis, og ikki er neyðugt við tilmelding, upplýsir føroyski studentafelagsskapurin.