Leygardagin 8. juli 2017 skipar B36 aftur fyri Intersport Summar Cup.
Kappingin er ein barna- og ungdómskapping, har dentur verður lagdur á bæði tað ítróttarliga eins og tað sosiala, ið øll børn og ung í Føroyum kunnu fáa gleði av, og sum kann skapa vinabond tvørtur um feløgini.
Kappingin verður sett leygardagin 8. juli kl. 09.30 við millum annað einum fótbólts "freestyle showið". Eftir hetta byrjar fótbóltsdagurin fyri allar aldursbólkar í Gundadali og á Tórsvølli.
Hetta er fjórða árið, at B36 skipar fyri Intersport Summar Cup.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Andrass Thomsen, fyrireikara greiða frá Intersport Summar Cup.