Interpol leggur hald á heilivág

Altjóða politisamstarvið, Interpol, hevur undir einum størri átaki lagt hald á ikki færri enn 9,8 milliónir eindir av følskum heilivági, sum tilsamans hevur eitt virði upp á 270 milliónir krónur.

Við í átakinum vóru myndugleikar í 99 londum, og tilsamans eru 58 fólk tikin.

AFP-tíðindastovan skrivar, at falski heilivágurin hevur elvt til hópeitring ymsasaðni í heiminum. Eitt nú doyðu yvir 100 fólk í Panama, tí tey í 2006 høvdu fingið falskan heilivág.

Sambært heimsheilsustovnin WHO, er meira enn helvtin av øllum heilivági, sum verður seldur á internetinum, falskur heilivágur, sum í mongum førum annaðhvørt ger onga nyttu ella stóran skaða.