Internetið spilti royndina

Fleiri teirra, sum ætla sær í enskttalandi land at lesa, mugu upp til eina serliga roynd, sum kann takast á Føroyum. Men seinasta royndin í Føroyum kiksaði, tí internetið riggaði ikki

12 av teimum, sum fríggjadagin 11. mars vóru til toefl-roynd á Fróðskaparsetrinum, mugu taka royndina av nýggjum.
Tekniskir trupulleikar høvdu við sær, at internetið tríggjr ferðir fór niður, og tað eydnaðist ikki hjá teimum 12 av fullføra royndina nnan fyri ásettu tíðina.
Hjá trimum bar til, og tey komu ígjøgnum royndina.
Toefl-royndin er norðuramerikansk, og fleiri hægri læristovnar í til dmis Stóra Bretlandi, USA og Avstralia krevja av teimum, sum komu úr ikki-enskt talandi londum, at tey gjøgnumføra royndina og prógva, at tey duga at tosa, lesa, skilja og skriva enskt mál.

Ikki øll
Øll, sum fara í enskt talandi land at lesa, skulu ikki standa hesa royndina fyrst. Tað veldst um, hvørjir enskt-førleikarnir eru, og hvat tey ætla at lesa, sigur Holger Arnbjerg á Altjóða Skrivstovuni.
Henda roynd er av og á í Føroyum, fyri at studentarnir skulu sleppa frá at fara av landinum at taka royndina. Tað sparir teimum nógvan pening at taka royndina í Føroyum.
- Hetta er ein tænasta, sum vit hava havt í fleiri ár, sigur Holger Arnbjerg.
Tey fyrstu árini var royndin á pappíri, men nú í nøkur ár hevur royndin verið á internetinum, og luttakarnir sita við headsetti og mikrofon.
Sama roynd verður hildin í senn í fleiri heimsins londum. Í størri londum er royndin oftari enn í Føroyum.

Eingin ólukka
Royndin seinast var 11. mars í hølunum hjá Fróðkaparsetrinum í Jónas Broncksgøtu í Havn.
- Trupulleikar vóru við internetssambandinum, og tá teldumaðurin tríggjar ferðir hevði tendrað aftur, noyddust vit at gevast, tí tíðin fór, sigur Holger Arnbjerg.
Tað var tó eingin ólukka fyri luttakararnar, sum kundu velja ímillum at fáa luttakaragjaldið endurgoldið ella at fara upp til nýggja roynd.
Nýggj roynd verður aftur 30. apríl.
Holger Arnbjerg veit bara um ein luttakara, sum hevur biðið um at fáa peningin aftur. Luttakaragjaldið er 160 amerikanskar dollarar.
Hini fara til roynd aftur seinni, og av tí at ryndin verður aftur 30. apríl, skldi seinkanin ikki forða nøkrum at farið undir hægri lestur í enskt talandi landi næsta skúlaár.